Miðnámsútbúgvingar

Við einari gymnasialari miðnámsútbúgving, ið vanliga tekur trý ár, útvegar tú tær førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovnum í Føroyum ella uttanlands.

Yrkisútbúgvingar

Við einari yrkisútbúgving gert tú teg til reiðar at fara út á arbeiðsmarknaðin at arbeiða sum faklærd/ur. Tú hevur eisini møguleika til seinni at fara undir framhaldslestur.

Hægri útbúgvingar

Við einari universitetsútbúgving frá Fróðskaparsetri Føroya, fært tú førleikar á høgum stigi fakliga og vísindaliga. Eftir bachelor, kanst tú halda fram við master- og ph.d.-lestri í Føroyum ella uttanlands.