Vegleiðing er ein týðandi partur av tí at velja útbúgving.
Á skúlunum kring landið eru dugnaligir vegleiðarar, ið eru til reiðar at svara spurningum og vegleiða teg, um okkurt er um útbúgvingarnar, ið tú vilt hava meira at vita um.
Ert tú í iva um, hvønn skúla, tú skalt seta teg í samband við, so er Vegleiðingarstovan tað rætta staðið at venda sær til.
Ynskir tú at fara undir eina yrkisútbúgving, kanst tú venda tær beinleiðis til eitt lærupláss ella til Yrkisdepilin, at fáa kunning um læringina og lívið sum lærlingur í teirra fyritøku.
Skúlar
Miðnám í Vestmanna
TSK í Klaksvík
Sjónám í Klaksvík
Miðnám á Kambsdali
Glasir í Havn
Heilsuskúli Føroya í Suðuroy
Miðnám í Suðuroy
Vegleiðing
Vegleiðingarstovan
Vegleiðing um yrkisútbúgvingar
Yrkisdepilin