Upptøkuøki

Tá talan er um upptøku til útbúgvingarnar á gymnasialu breytaskipanini, eru Føroyar býttar í tvey upptøkuøki: upptøkuøki A og upptøkuøki B.

Er útbúgvingin, tú ætlar at velja, boðin út í báðum upptøkuøkjunum, so skalt tú velja skúlan í tínum upptøkuøki.

Verður útbúgvingin einans boðin út á einum stað í landinum, eru allar Føroyar at rokna sum eitt upptøkuøki. Hetta er eitt nú galdandi fyri Tilfeingisbreyt á Miðnámi í Vestmanna og Tøknibreyt á TSK í Klaksvík.

Gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar eru ætlaðar sum fyrireiking til hægri lestur og útbúgving. Tí eigur tú at hugsa um, hvørja útbúgving, tú ætlar at velja eftir lokna miðnámsútbúgving, tá tú velur lestrarbreyt á gymnasialum miðnámsskúla.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin til allar gymnasialar miðnámsútbúgvingar er 15. mars. Tilmelding til útbúgvingarnar fer fram umvegis tín Vanga, sum tú finnur her. Umsóknarblað fyri 2025 at prenta út er at finna á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum uvs.fo.

Upptøkutreytir
Tú hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans ella samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni, tú hevur lokið kravdu próvtøkurnar við nóg góðum úrsliti, og tú evnar at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.

Lýkur tú ikki hesar treytir, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu út frá henni. Serstakar upptøkutreytir eru í nøkrum førum til einstøku breytirnar.

Fyri at verða upptikin á Náttúrubreyt, Tilfeingisbreyt ella Tøknibreyt, skalt tú hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis-/evnafrøði á fólkaskúlastigi.

Fyri at velja ávíst framhaldsmál á Hugbreyt og Búskaparbreyt, skalt tú hava fingið undirvísing í minsta lagi í 2 ár í nevnda máli á fólkaskúlastigi.

Fyri at søkja inn á Fyrireikingarbreyt, skalt tú hava fylt 18 ár í seinasta lagi 31. desember, tað árið, undirvísingin byrjar.

Við einum FHS-prógvi ber til at søkja inn á 2. árið á Búskaparbreyt.

Stuðul
Sum næmingur á einari gymnasialari miðnámsútbúgving, og tú ert fyltur 18 ár, hevur tú rætt til lestrarstuðul frá Studna.

Ert tú ikki fyltur 18 ár, fært tú ikki lestrarstuðul, men kanst fáa stuðul til at keypa undirvísingartilfar. Tú skalt søkja um stuðul, tá tú byrjar útbúgvingina.

Skúlar við gymnasialari miðnámsbreyt