Tilfeingi og náttúra

Djóra­sjúkrarøktari

Yrkisútbúgvingar

Longd 3 ár 9 mðr

Skúlagongd Danmark, Yrkisdepilin

Sum djórasjúkrarøktari fært tú grund­­ leggj­ andi vitan um at ansa, røkta og viðgera djór, og tú lærir um atburð, kropsbygnað og sjúkur, soleiðis at metast kann, um djórið er sjúkt. Eisini lærir tú ymiskt annað, so sum rein­ gerð, kundarøkt og fyrisiting. Djóra­­ sjúkra­ røktarar arbeiða vanliga hjá djóralæknum.

Les meira um útbúgvingina