Yrkisdepilin

Yrkisdepilin

Hoydalsvegur 1, Tórshavn

Yrkisdepilin er bindilið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg, skúlar og Barna- og útbúgvingarmálaráðið, og varðar av fleiri enn 70 yrkisútbúgvingum, harav 15 hava skúlagongd í Føroyum.

Ein yrkisútbúgving tekur vanliga 4 ár, harav skúlagongdin er 1 ár og læran 3 ár. Øll læran er í Føroyum.

Yrkisdepilin umsitur alt yrkisútbúgvingarøkið, umframt lærusáttmálar millum lærling og lærupláss og læruplássgóðkenningar til lærupláss.