Flutningur og logistikkur Les meira um útbúgvingina
Ambulansuviðgeri
Sum ambulansuviðgeri ert tú á staðnum, tá óhapp eru hend ella við sjúku og hjálpir fólkum, ið hava tørv á bjarging ella bráða viðgerð.
Undir útbúgvingini lærur tú at gera bjargingararbeiði og viðgerð á staðnum og í sjúkrabilinum. Tú lærur eisini um flutning av sjúkum ella skøddum fólkum, at fáa tey skjótt og trygt til sjúkrahúsið.
Ambulansuviðgerar kunnu bæði starvast privat og hjá almennum stovnum sum til dømis á sjúkrahúsum.
