Author: [email protected]

  • 834 umsóknir til miðnám

    834 umsóknir til miðnám

    Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 834 umsóknir komnar inn.

    Síðan 2015 hevur gongdin við umsóknum verið minkandi. Í ár vóru 24 umsóknir færri enn í fjør og 124 færri enn í 2021. Tað var tó serliga ein skúli, sum hevði eina stóra økining í umsøkjaratalinum. 45 umsóknir komu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, sum er ein trífalding í mun til 15 umsóknir í mars í fjør.

    613 umsøkjarar søktu í ár inn á gymnasialu breytirnar, tað eru 46 færri enn í fjør.

    176 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar, sum er áleið tað sama sum í fjør. Her er tað serliga el-breytin, sum í ár skarar fram úr við heili 66 umsøkjarum.

    Toppskjúttin á gymnasialum miðnámi gjørdist aftur í ár náttúrubreytin, sum fekk 207 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum í fjør. Á øðrum plássi kom búskaparbreytin við 171 umsøkjarum.

    88 umsøkjarar søktu inn á hugbreyt – hetta eru 17 fleiri enn í fjør. Tó er tað ein lækking síðan 2022, tá umsøkjaratalið á hugbreytini var heili 154.

    Seinastu árini hava alsamt færri søkt fyrireikingarbreytina – tað sum fyrr kallaðist HF. Hendan gongdin helt áfram í ár. 50 færri søktu í ár inn á fyrireikingarbreytirnar, sum er ein minking á 18 umsøkjarar í mun til í fjør.

    54% av umsøkjarunum á miðnámi eru gentir. Síðan 2015 hava gentirnar verið betri umboðar á gymnasialu breytunum, og árið í ár er onki undantak. Tó eru dreingir betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum. 71% av umsøkjarunum á yrkisútbúgvingunum eru dreingir.

  • Finn tína útbúgving við nýggjari app

    Finn tína útbúgving við nýggjari app

    Undirvísingarstýrið hevur latið gera eina nýggja app við føroyskum útbúgvingum, serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja sær eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla, men eisini teimum, ið hava hug at fara undir hægri lestur. Nýggja appin “Útbúgvingar” er nú tøk á App Store og Google Play.