Category: Tíðindi

  • 834 umsóknir til miðnám

    834 umsóknir til miðnám

    Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar til komandi skúlaár var úti á midnátt 15. mars, vóru 834 umsóknir komnar inn.

    Síðan 2015 hevur gongdin við umsóknum verið minkandi. Í ár vóru 24 umsóknir færri enn í fjør og 124 færri enn í 2021. Tað var tó serliga ein skúli, sum hevði eina stóra økining í umsøkjaratalinum. 45 umsóknir komu inn á Heilsuskúlan í Suðuroy, sum er ein trífalding í mun til 15 umsóknir í mars í fjør.

    613 umsøkjarar søktu í ár inn á gymnasialu breytirnar, tað eru 46 færri enn í fjør.

    176 søktu inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar, sum er áleið tað sama sum í fjør. Her er tað serliga el-breytin, sum í ár skarar fram úr við heili 66 umsøkjarum.

    Toppskjúttin á gymnasialum miðnámi gjørdist aftur í ár náttúrubreytin, sum fekk 207 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum í fjør. Á øðrum plássi kom búskaparbreytin við 171 umsøkjarum.

    88 umsøkjarar søktu inn á hugbreyt – hetta eru 17 fleiri enn í fjør. Tó er tað ein lækking síðan 2022, tá umsøkjaratalið á hugbreytini var heili 154.

    Seinastu árini hava alsamt færri søkt fyrireikingarbreytina – tað sum fyrr kallaðist HF. Hendan gongdin helt áfram í ár. 50 færri søktu í ár inn á fyrireikingarbreytirnar, sum er ein minking á 18 umsøkjarar í mun til í fjør.

    54% av umsøkjarunum á miðnámi eru gentir. Síðan 2015 hava gentirnar verið betri umboðar á gymnasialu breytunum, og árið í ár er onki undantak. Tó eru dreingir betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum. 71% av umsøkjarunum á yrkisútbúgvingunum eru dreingir.

  • Finn tína útbúgving við nýggjari app

    Finn tína útbúgving við nýggjari app

    Undirvísingarstýrið hevur latið gera eina nýggja app við føroyskum útbúgvingum, serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja sær eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla, men eisini teimum, ið hava hug at fara undir hægri lestur. Nýggja appin “Útbúgvingar” er nú tøk á App Store og Google Play.

  • At velja útbúgving!

    At velja útbúgving!

    Útbúgving er lykilin til framtíðina. Við einari útbúgving í skjáttuni, latast hurðar upp, sum annars høvdur verið afturlatnar og læstar.

    Her á heimasíðuni verða føroyskar útbúgvingar vístar og lýstar. Tú kanst velja ímillum yrkisútbúgvingar, gymnasialar miðnámsútbúgvingar og aðrar útbúgvingar.

    Við einari gymnasialari miðnámsútbúgving, ið vanliga tekur trý ár, útvegar tú tær førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands.

    Við einari yrkisútbúgving gert tú teg til reiðar at fara út á arbeiðsmarknaðin at arbeiða sum faklærd/ur. Tú hevur eisini møguleika til seinni at fara undir framhaldslestur.

    Útbúgvingartilboðini eru nógv og spennandi, og tí kann tað vera torført at taka avgerð um at velja røttu útbúgvingina.

    Vegleiðing er tí ein týdningarmikil partur av tí at velja útbúgving. Á skúlunum kring landið eru dugnaligir vegleiðarar, sum eru til reiðar at svara spurningum og vegleiða teg, um okkurt er um útbúgvingarnar, ið tú vilt hava meira at vita um. Ivast tú í, hvønn skúla ella vegleiðara, tú skalt venda tær til, ert tú væl komin at venda tær til Vegleiðingarstovuna.

    Vegleiðingarstovan hevur telefon 200 910, og tú kanst ringja mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag millum kl. 9.00 og 12.00.