Yrkisdepilin umsitur føroysku yrkisútbúgvingarnar og er í hesum høpi bindilið millum løntakarar, arbeiðsgevarar, útbúgvingarstovnar og Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Yrkisdepilin veitir vegleiðing til teirra, ið ynskja at gerast lærlingar, tey sum eru í læru, til læruplássini og til myndugleikar.
Niðan fyri er yvirlit yvir tær føroysku yrkisútbúgvingarnar, sum eru meiri enn 60 í tali. 15 av hesum útbúgvingunum eru við skúlagongd í Føroyum. Hinar eru við skúlagongd í Danmark. Tú kanst velja at síggja, hvørjar av hesum útbúgvingum eru við skúlagongd í Føroyum ella við skúlagongd í Danmark við at trýsta á knøttarnar niðanfyri.









