Búskaparbreyt
Á búskaparbreytini verður dentur lagdur á búskaparlig og samfelagslig evni innan eitt nú roknskap, marknaðarføring og samfelagsbúskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti.
Undirvísingin á búskaparbreytini er lutvíst vanlig floksundirvísing, men eisini bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði. Tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum. Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru somuleiðis vanligar.
Vallærugreinar: Á búskaparbreytini eru vallærugreinar, sum teir tríggir miðnámsskúlarnir skipa eftir ymiskum leisti. Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðunum hjá einstøku skúlunum. Felags er, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.
Til ber at søkja inn á 2. árið á búskaparbreytini við FHS-prógvi.
Framtíðarmøguleikar: Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum.
Tær lærugreinar og tey lærugreinastig, tú velur, kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna teg um hesi viðurskifti, áðrenn tú velur vallærugreinar og lærugreinastig.
Útbúgvingin hevur sum mál at fyri – reika teg til hægri lestur á handilsháskúla, universiteti og øðrum hægri lærustovnum, og kann við fyrimuni verða brúkt í sambandi við eina yrkisútbúgving innan merkantila økið.
Felags- og breytalærugreinar: Føroyskt A, Enskt B, Altjóða búskapur B, Søga B, Virkisbúskapur B, Ítróttur og heilsa C, Samfelagsfrøði C, Støddfrøði C, Vinnurættur C.