Miðnámsútbúgvingar

FHS

Longd 1 ár

Skúlagongd Miðnám á Kambsdali, Miðnám í Suðuroy, Glasir

FHS er eitt árs grundútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu, har dentur verður lagdur á handilslig og samfelagslig evni, so sum roknskap, marknaðarføring og samfelagsfak.
Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni, og tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
FHS kann takast sum partur av einari yrkisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu.
FHS er ein føroysk útbúgving sum einans gevur atgongd til handils- og skrivstovuútbúgvingar í Føroyum, og til útbúgvingar innan Handel og Detail í Danmark.
Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.

Framtíðarmøguleikar: Við einum FHS-prógvi kanst tú fara í læru á skrivstovu ella í handli, og tekur tú útbúgvingina í Føroyum, fært tú stytt lærutíðina við einum ári. Velur tú eina útbúgving til skrivstovu við sergrein, er skúlagongdin í Danmark og tá er ein miðnámsútbúgving partur av útbúgvingartíðini og tað kann merkja, at tú ikki fært stytt lærutíðina. Velur tú eina útbúgving til sølu við sergrein, er skúlagongdin eisini í Danmark og útbúgvingarlongdin 2 ár og 6 mánaðir. Tá er kravið einans 5 fak á C-stigi, og tú fært stytt lærutíðina við 6 mánaðum, um tú hevur tikið FHS frammanundan. Meir kann lesast um krøvini undir sjálvari yrkisútbúgvingini.
Velur tú at halda áfram á búskaparbreyt á 2. ári, tá tú hevur lokið FHS, eru ávís krøv um lærugreinar á C-stigi, og tað er leiðari skúlans, sum metir um útbúgvingina, sum tú nýtir sum upptøkugrundarlag. Um mett verður, at tú hevur fortreytir svarandi til Cstigsførleika í lærugreinunum fyrsta árið, og annars er før/ur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt, kann umsóknin verða gingin á møti.
Tú eigur at vita, at onkrar avmarkingar eru við FHS-próvnum, um tú fert av landinum at útbúgva teg víðari, t.d. innan skrivstovu í Danmark. Kanna tí hetta fyrst, um tað er tín ætlan at útbúgva teg víðari uttanlands.

Les meira um útbúgvingina Søk útbúgving her