Tøkni – Grafikkur og framleiðsla Les meira um útbúgvingina
Films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur
Sum films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur fæst tú við at framleiða eitt nú film, sjónbond og sjónvarpssendingar, og tú verður við til at fyrireika, taka upp og viðgera framleiðsluna. Tú fært frálæru í at brúka útgerðina til framleiðsluna, og tú fært innlit í eitt nú ljós, ljóð, viðgerð og nýggjastu tøknina.
