Tøkni – Maskin og framleiðsla Les meira um útbúgvingina
Gullsmiður
Sum gull- og silvursmiður arbeiðir tú við gulli, silvuri og platin. Tú lærir um metallini og um, hvussu man teknar, formar og ger t.d. smúkkur og aðrar prýðislutir.
Á útbúgvingini lærir tú m.a. at formgeva, framleiða og umvæla prýðislutir.
Tú lærir at vegleiða kundum um val av edelmetal, form og snið. Tað krevur, at tú altíð fylgir við mótanum og teimum nýggjastu teknikkunum.
