Hugbreyt
Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinar og náttúrulærugreinar.
Undirvísingin á hugbreytini er lutvíst vanlig floksundirvísing, men eisini bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði. Tú fært møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru somuleiðis vanligar.
Vallærugreinar: Á hugbreytini eru vallærugreinar, sum teir tríggir miðnámsskúlarnir skipa eftir ymiskum leisti. Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðunum hjá einstøku skúlunum. Felags er, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.
Upptøkutreyt: Treyt fyri upptøku á hugbreyt er at tú hevur tikið týskt sum lærugrein í fólkaskúlanum.
Framtíðarmøguleikar: Hugbreytin gevur tær møguleika at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.
Útbúgvingin hevur serliga sum mál at fyrireika teg til tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.
Felags- og breytalærugreinar: Føroyskt A, Søga A, Enskt B, Ítróttur og heilsa C, Landafrøði C, Lívfrøði C, Religión C, Samfelagsfrøði C, Støddfrøði C.