Uppliving og tænasta Les meira um útbúgvingina
Kosmetikari
Sum kosmetikari fæst tú við húð, vakurleika og vælveru, og tú lærir um mannagongdir og vørur innan andlits- og kropsrøkt. Umframt at gera andlits- og kropsviðgerðir, eitt nú pedicure og manicure, skalt tú eisini vegleiða kundum innan vælveru og røkt. Kosmetikarar arbeiða gjarna á eitt nú vakur leikastovum, vælverusentrum og á klinikkum.
