Tøkni – EL og KT Les meira um útbúgvingina Søk útbúgving her
KT-supportari
Undir útbúgvingini fært tú vitan um tøknina handan kt-skipanir, og tú fært førleikar at ávirka og menna tøkni, sum kann loysa trupulleikar. Tú kemur at fáast við bæði ritbúnað (software) og tólbúnað (hardware).
Sum kt-supportari lærir tú um framkomnar kt-skipanir, og tú fært eitt nú sum uppgávu at menna tær og halda tær við líka. Starvið kann vera bæði í tí privata og tí almenna.
Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á Kambsdali.
