Skrivstova, handil og tænasta Les meira um útbúgvingina
Logistikkatstøðingur
Logistikkútbúgvingin er ein handilsútbúgving við sergrein í logistikki. Tú lærir, hvussu søla av vørum og tænastum og vørugoymsla kunnu rekast sum skynsamast fyri vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vøru í hóskandi mongd. Tekur tú hesa útbúgvingina, lærir tú sum oftast hjá einari fyritøku, sum handlar við aðrar fyritøkur.
