Maskin og framleiðsla Les meira um útbúgvingina Søk útbúgving her
Maskinsmiður
Yrkisútbúgving
Í maskinsmiðjulæru fært tú grundleggjandi frálæru um maskinur í vinnuni, og tú lærir at forrita, seta upp og dagføra tær. Undir útbúgvingini lærir tú at gera maskinlutir (dreya og fresa) til eitt nú motorar, pumpur o.a. Harumframt lærir tú grundleggjandi sveising og motorlæru. Maskinsmiðir starvast ymisk støð, so sum á skipasmiðjum og á verkstøðum innan smiðju og maskinídnaðin.