Miðnámsútbúgvingar

Serflokkur innan autismuøkið

Longd 4 ár

Skúlagongd Glasir

Serflokkur innan autismuøkið er ætlaður ungum, sum hava tørv á serliga skipaðum skúlatilboðum, har stuðulsfyriskipanir eru í og, um neyðugt, eftir skúlatíð. Vanligu upptøkukrøvini til miðnám eru galdandi fyri serflokkin. Eyðkenni við serflokkinum eru, at floksundirvísingin er serliga skipað og fer fram í flokki við fáum næmingum. Bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði eru eisini partur av gerandisdegnum. Í serflokki fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum. Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan eru somuleiðis vanligar.
Serflokkurin hevur eina felags breyt. Í serflokkinum skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Hesar verða valdar eftir ávísum treytum fyri at tryggja, at prógvið uppfyllir formligu krøvini á breytini.

Framtíðarmøguleikar
Við einum prógvi frá serflokki hevur tú ognað tær førleika at søkja inn á ymsar hægri lærustovnar, alt eftir hvørjar lærugreinar eru og verða valdar. Eitt gymnasialt prógv innan autismuøkið hevur sama virði sum prógv frá hinum útbúgvingunum í gymnasialu breytaskipanini. Einasti munurin er, at talan er um 4 ára útbúgving.

Upptøka
Upptøka til serflokk innan autismuøkið er vanliga annaðhvørt ár. Eingin upptøka er í 2025.

Les meira um útbúgvingina Søk útbúgving her