Miðnámsútbúgvingar

Sjálvlestur

Longd Upp til 3 ár

Skúlagongd Glasir, Miðnám á Kambsdali, Miðnám í Suðuroy, Miðnám í Vestmanna, TSK

Tað ber til sum sjálvlesandi at fyrireika seg til gymnasiala miðnámsskúlapróvtøku. Í hesum føri skalt tú tosa við lestrarvegleiðara á skúlanum, har tú ætlar at fara til próvtøku, m.a. fyri at fáa kunning um próvtøkukrøv, pensumkrøv og fakliga innihaldið í lærugreinunum.
Í lærugreinunum alisfrøði, evnafrøði, ítrótti og lívfrøði skalt tú hava fylgt starvsstovuskeiðunum í lærugreinini, sum tú ætlar tær til próvtøku í. Innskriving til próvtøku sum sjálvlesandi fer fram í seinasta lagi 15. mars í tí skúla, har tú ynskir at fara til próvtøku. Lýst verður fyrst í februarmánaði um innskrivingarfreist.

Les meira um útbúgvingina Søk útbúgving her