Maritimar útbúgvingar Les meira um útbúgvingina
Skipari
Útbúgvingin samansjóðar verkligar og teoretiskar førleikar, soleiðis at tann lesandi verður ílatin til at taka við evstu leiðsluni umborð á øllum fiskiskipum og farmaskipum upp til 3000 BT, og taka ábyrgd av manning, farmi og tryggari sigling.
Útbúgvingin kann eisini takast sum aspirant útbúgving, har skúlin samskipar sigling og starvslæru.
