Miðnámsútbúgvingar Les meira um útbúgvingina Søk útbúgving her
Stakgreinalestur
Fyri at verða tikin upp sum stakgreinalesandi skalt tú hava fylt 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí skúlaári, undirvísingin byrjar, og tú skalt lúka fakligu fortreytirnar í lærugreinunum, sum tú innskrivar teg til. Innskrivingin fer fram á innskriving.fo.
Tú skalt venda tær til tann skúlan, har tú ynskir at fylgja undirvísingini, og tosa við lestrarvegleiðara um upptøku. Stakgreinalesandi verða tikin upp, um pláss er. Seinasta freist at innskriva seg sum stakgreinalesandi er 25. juni í tí ári, tú ynskir at byrja undirvísingina.