Tøkni – EL og KT

Tiltakstøkningur og AV-tøkningur

Yrkisútbúgvingar

Longd 4 ár

Skúlagongd Danmark, Yrkisdepilin

Sum tiltakstøkningur ella AV-tøkningur lærir tú at leggja til rættis tann praktiska partin av einum tiltaki, framsýning ella framleiðslu, og tú lærir at brúka útgerð, ið verður brúkt til eitt nú konsertir, festivalar, sjónleikir, messur og aðrar sýningar. Talan kann vera um alt frá at arbeiða á verk­ staði fyri at klárgera pallar, til at handfara framkomnar ljóð- og ljósskipanir undir fram­ førslum. Tiltakstøkningar og AV-tøkningar arbeiða van­ liga sum verkætlanarsett ella í føstum starvi í eitt nú leikhúsum, mentanarhúsum og líknandi, har fingist verður við tiltøk og framsýningar.

Les meira um útbúgvingina