Ventilatiónstøkningur
Útbúgvingin sum ventilatiónstøkningur gevur tær grundleggjandi vitan um tekniskar installatiónir í privatum heimum og fyritøkum, sum hava við ventilatión at gera.
Tú lærir at gera tekniskar innleggingar í bygningum og ídnaði við nýggjastu grønu tøknini. Tú fært vitan um, hvussu ein best kann nýta, stýra og regulera orkubrúkið.
Ein av tínum uppgávum verður at vegleiða kundum um, hvussu teir kunnu spara uppá orkubrúkið og dálka umhvørvið sum minst við at brúka nútímans tekniskar loysnir. Tú lærir eisini at gera snildar tak- og fasaduloysnir í skífri, sink og kopari.
Tá tú ert liðugur við útbúgvingina, kanst tú til dømis starvast í installatiónsfyritøkum og blikksmiðjufyritøkum.
