Útbúgvingarbólkur: Aðrar útbúgvingar

  • Musikkskúlamiðnám

    Føroyska musikkskúla-miðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið hevur til endamáls at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi.
    Miðnámsstig liggur millum vanligan musikkskúla og musikkonservatorium.

    Málini eru, at fyrireika evnaríkar næmingar til nám á hægri tónlistaskúla, og lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari útbúgving til áhugaleikarar.
    Útbúgvingin er fyri næmingar úr øllum landinum í aldrinum 14–25 ár – bæði klassiskt og rytmiskt.
    Tórshavnar Musikkskúli leggur mið – námið til rættis, og mest sum øll undirvísing fer fram í Havn.

    Bert næmingar, ið kunnu metast at standa eina upptøkuroynd á musikkkonservatorii eftir 3 ára miðnám, verða upptikinir. Hvørt skúlaár verða í mesta lagi 8 tikin inn.
    Námið endar við próvtøku, og royndir verða hildnar á hvørjum ári.
    Næmingurin rindar kommunala musikkskúlanum eitt gjald. Í løtuni er árliga gjaldið kr 2.400 í Tórshavnar Musikkskúla.

    Vikutímatalið hjá næminginum er umleið 9 tímar. Hugsanin er, at til ber at røkja annan skúla samstundis – ella at hava annað arbeiði við síðuna av.
    Umframt høvuðsljóðføri ella høvuðslærugrein, kunnu teori, hoyri – læra, musikksøga, kamartónleikur og improvisatión vera kravdar hjálæru – greinir. Klaver er hjálærugrein hjá teimum flestu.

    Teori, kompositión, sangskriving, tónleikaframleiðsla og hoyrilæra kunnu vera høvuðslærugreinir.