Útbúgvingarbólkur: Aðrar útbúgvingar

  • Musikkskúlamiðnám

    Føroyska musikkskúla-miðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið hevur til endamáls at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi.
    Miðnámsstig liggur millum vanligan musikkskúla og musikkonservatorium.

    Málini eru, at fyrireika evnaríkar næmingar til nám á hægri tónlistaskúla, og lutvíst at nøkta tørvin á einari hollari útbúgving til áhugaleikarar.
    Útbúgvingin er fyri næmingar úr øllum landinum í aldrinum 14–25 ár – bæði klassiskt og rytmiskt.
    Tórshavnar Musikkskúli leggur mið – námið til rættis, og mest sum øll undirvísing fer fram í Havn.

    Bert næmingar, ið kunnu metast at standa eina upptøkuroynd á musikkkonservatorii eftir 3 ára miðnám, verða upptikinir. Hvørt skúlaár verða í mesta lagi 8 tikin inn.
    Námið endar við próvtøku, og royndir verða hildnar á hvørjum ári.
    Næmingurin rindar kommunala musikkskúlanum eitt gjald. Í løtuni er árliga gjaldið kr 2.400 í Tórshavnar Musikkskúla.

    Vikutímatalið hjá næminginum er umleið 9 tímar. Hugsanin er, at til ber at røkja annan skúla samstundis – ella at hava annað arbeiði við síðuna av.
    Umframt høvuðsljóðføri ella høvuðslærugrein, kunnu teori, hoyri – læra, musikksøga, kamartónleikur og improvisatión vera kravdar hjálæru – greinir. Klaver er hjálærugrein hjá teimum flestu.

    Teori, kompositión, sangskriving, tónleikaframleiðsla og hoyrilæra kunnu vera høvuðslærugreinir.

  • Skipsatstøðari

    Hevur tú hug til sjógvin og gott handalag, so býr kanska ein lítil skipsatstøðari í tær. Á hesi útbúgving fert tú at fáast við alt frá maskin- og smiðjulæru til tað teoretiska so sum siglingarfrøði, veðurlæru, el, hydraulikk og trygd á sjónum. Tú fært eisini nøkur skeið við í viðførið, eitt nú trygdarskeið, bátaføraraskeið og roykkavaraskeið.
    Yvirhøvur er hetta ein bóklig og handalig útbúgving, sum brynjar teg til lívið á sjónum, umframt at tú fært eitt sterkt grundarlag til víðari lestur. Við einari skipsatstøðaraútbúgving verður kravið um siglingartíð minkað niður í eina helvt í sambandi við upptøku til skiparaútbúgving.

    Treytir fyri upptøku er, at tú hevur staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans, hava galdandi heilsuváttan (bláu bók) uttan avmarkingar, so tú eisini egnar teg til kagtænastu.
    Tú kanst søkja beinleiðis á heimasíðuni sjonam.fo.
    Eisini er møguligt at senda umsóknina (saman við avriti av prógvum, heilsuváttan, sjófartsbók og navnaella dópsbrævi) við postinum ella sum teldupost: [email protected]
    Freistin at søkja er 1 vika fyri skúlabyrjan. Skúlin byrjar eftir summarfrítíðina (í august) á hvørjum ári. Tú fært vanligan lestrarstuðul frá Studna. Sjálvlestur letur seg ikki gera.

    Søk um upptøku til skipsatstøðara umvegis Vangan.