Útbúgvingarbólkur: Bachelorútbúgvingar

  • Sjúkrarøktarfrøði (B.Sc.)

    Við útbúgvingini sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldri og lívsstøðum. Tú fært eisini førleika at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu. Útbúgvingin gevur atgongd til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

  • Samfelagsvísindi (B.S.Sc.)

    Her fært tú fjølbroytta vitan um samfelagsvísindalig viðurskifti við serligum denti avbjóðingar, sum smátjóðir standa hava í støðugt meira altjóðagjørda heiminum. Útbúgvingin er fyri tey, sum hava áhuga fyri samfelagsskipanum, og hvussu hesar skipanir virka, stýrast og mennast.

  • Stjórnmálafrøði (B.S.Sc.)

    Her fært tú vitan um politisk og umsitingarlig viðurskifti við serligum denti á avbjóðingar, sum smátjóðir hava støðugt meira altjóðagjørda heiminum. Stjórnmálafrøði er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verður skaptur, skipaður og broyttur.

  • Søga (B.A.)

    Við hesi útvbúgvingini ert tú væl ílatin til arbeiðsmarknað og víðari lestur. Tú fært fjølbroytta vitan og innlit í søgulig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

  • Verkfrøði (B.Sc.)

    Her fært tú vitan um og praktiskar førleikar í verkfrøði við denti á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu, el-veiting og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi. Verkfrøðiútbúgvingin er ein útbúgving við trimum sergreinum, Byggi-, El-, og Orkuverkfrøði.