Útbúgvingarbólkur: Bygging

  • Anlegssmiður

    Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torgum og økjum. Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum.

    Ein anlegssmiður (eisini nevnt verklagssmiður) syrgir fyri, at alt er klárt til bygging. Jørðin skal gravast, flytast og slættast, og tað skal leggjast dren og grund.

  • Múrari

    Tú lærir múrarakunstin og halda viðlíka hús og bygningar, ið eru gjørd úr sementi og steini. Í skúlanum fært tú innlit í ymisk sløg av tilfari, og hvussu tey skulu nýtast, og tú lærir eisini at lesa arbeiðstekningar. Í lærutíðini sleppur tú at stoypa sokklar og gólv, at arbeiða við taksteinum, at pussa framsíður og at leggja flísar.

  • Maskinsnikkari

    Sum møbilsnikkari fært tú grund­ leggjandi vitan um trætilfar og út­ gerð, lærir at smíða møblar og annað fínari innbúgv, eins og tú lærir at nýta vanligar snikk­ara­ maskinur og fært kunnleika um teldu­ stýrdar skipanir innan snið­ geving og møbilsmíð. Sum orgulsnikkari fært tú grund­ leggjandi vitan um m.a. trætilfar, og tú lærir kynstrið at smíða, seta upp, við­ líka­ hal­da og stemma orgul.

  • Málari

    Útbúgvingin gevur tær hollan kunnleika um málarayrkið, og tú arbeiðir bæði á byggiplássum og í sethúsum, inni sum úti. Tú viðgert og málar múr-, træ- og metalflatur. Á skúlanum lærir tú at blanda litir og at mála við ymiskum sløgum av máling.

  • HVS og orka

    Útbúgvingar sum HVS-inn­ leggingar­ tøkningur, HVS- og blikksmiður, HVS-orkuserfrøðingur ella ventilatións­ tøk­ningur. Útbúgvingin innan HVS og orku gevur tær grundleggjandi vitan um tekniskar in­ stalla­ tiónir í privatum heimum og fyritøkum.
    Alt eftir hvørja sergrein tú velur, fært tú frálæru innan orku, blikksmíð, ven­tila­tión ella installatión.

  • Húsavørður

    Sum húsa­­ vørður fært tú grund­ vitan um hita- og ventilatións­ skipanir og el- og vatn­­ veitingar. Tú lærir um viðlíkahald, at gera smærri um­ vælingar og at samstarva við handverkarar í sambandi við størri uppgávur. Tú lærir um skaðameting av bygningum og brynjar teg at vera um brúkarar á staðnum, har tú ert húsavørður.

  • Húsasmiður

    Sum húsasmiður dugir tú kynstrið at smíða hús og bygningar og at gera alskyns timburarbeiði. Tú lærir at gera útveggir og tak­ konstruk­ tiónir, at forskalla, klæða, bjálva, leggja gólv og at seta vindeygu og hurðar í, umframta at montera køkar og aðrar
    lidnar bygningslutir.

  • Gólvleggjari

    Sum gólvleggjari ert tú við til at ráðgeva og meta um prís, góðsku og annað í sambandi við at leggja gólv á. Tú ert við til at tekna og leggja uppgávur til rættis, og arbeitt verður bæði við amboðum og maskinum. Uppgávurnar verða javnan loy­ star saman við øðrum handverkarum, so arbeitt verður bæði sjálvstøðugt og í toy­ mi.

  • Bygningssnikkari

    Sum bygningssnikkari fært tú grundleggj­ andi vitan um trætilfar og út­ gerð, sum verður brúkt til at programmera, innstilla og góðskutryggja alskyns snikkaramaski­ nur, og tú lærir at framleiða og mon­ tera vindeygu, hurðar, trappur og annað snikkaraverk.

  • Byggismiður

    Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torgum og økjum.
    Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum.
    Ein byggismiður arbeiðir mest við byggingini, ið er oman á jørðini. Til hetta krevst vitan um tilfarið, sum skal brúkast til kjallarar, trappur, múrar, vegbrýr, motor­ vegir og tílíkt.