Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torgum og økjum. Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum.
Byggismiðir, anlegssmiður og steinsetari taka sama 1. skúlaskeið.
Ein anlegssmiður (eisini nevnt verklagssmiður) syrgir fyri, at alt er klárt til bygging. Jørðin skal gravast, flytast og slættast, og tað skal leggjast dren og grund.
Sveinaroyndir eru seinasta fríggjadag í mars og september og kann lærutíðin tí verða longd, alt eftir nær lærlingur byrjar í læru.
