Sum lastbilmekanikari lærir tú um akfør, ið eru omanfyri 3.500 kilo, eitt nú lastbilar, bussar, vøruvognar og viðfestisvognar. Tú lærir um ymisku sløgini av motorum og skipanum í tyngri akførum og at viðlíkahalda hesi.
Útbúgvingarbólkur: Tøkni – Flutningsfør
Flogtøkningur
Sum flogtøkningur lærir tú at halda við líka, kanna, umvæla og klárgera flogfør við turbinumotorum og stempulmotorum og tyrlur við turbinu motorum.
Entreprenørmaskinmekanikari
Tú lærir at eftirhyggja og umvæla maskinur innan byggiyrkið, eitt nú gravimaskinur, rennugravarar og kranar. Umvælingarnar kunnu eitt nú vera skift av motorum, stýriliðum, bremsum og koblingum.
Bilsmiður
Undir útbúgvingini sum bilsmiður fært tú gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan eitt nú eftirlit, viðlíkahald og umvæling av persón og vørubilum undir 3.500 kilo.
Bilplátusmiður
Undir útbúgvingini til bilplátusmið fært tú grundleggjandi vitan um at umvæla bil skrokkar á persón bilum, vøruvognum, lastbilum og bussum. Tú lærir at bøta um, gera og passa nýggjar plátu lutir til akførini.
Billakkerari
Ein billakkerari fær grundleggjandi vitan í at umvæla lakk á bilum – eitt nú at spartla, slípa og grunda, áðrenn tað verður sproytimálað. Størru arbeiðini við máling fara fram í einari kabinu við sproytitøkni, og tær smæ rru umvæling arnar kunnu eisini verða gjørdar á verkstøðum.
