Útbúgvingarbólkur: Tøkni – Grafikkur og miðling

  • Skeltatøkningur

    Sum skeltatøkningur framleiðir tú skelti. Undir útbúgvingini lærir tú um visuelt samskifti, sniðgeving, tilfar og handverk. Tað, tú sniðgevur, skal flytast yvir á t.d. plast og plátur, sum skal skerast út og síðan setast upp.

  • Miðlagrafikari

    Ein miðlagrafikari arbeiðir kreativt við teksti og mynd­ um, bæði talgilt og á prenti. Undir útbúgvingini lærir tú um týdningin av mynd­ um, skapi og litum, og tú lærir at hava eitt tekniskt yvirlit heilt frá hugskoti til lidna framleiðslu. Tú lærir, bæði ástøðiliga og í verki, at loysa arbeiðsupp­ gávurnar, sum verða gjørdar á grafiskum verkstøðum, á samskiftisfyritøkum og líknandi.

  • Grafiskur tøkningur

    Undir útbúgvingini lærir tú grafisk kynstur og at brúka tilfar og amboð í samband við grafiska arbeiðið. Tú lærir sjálvstøðugt at ráðleggja, seta í verk og halda eftirlit við framleiðsluni av grafiska tilfarinum.

  • Fotografur

    Undir útbúgvingini lærir tú at hugsa, skapa og brúka motiv, ljós og myndaviðgerð. Tú fært grundleggjandi frálæru í teimum mongu viður­ skiftum, sum eru avgerandi fyri ta góðu myndina. Arbeitt verður við allari tilgongdini frá ætlan til lidna mynd.

  • Films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur

    Sum films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur fæst tú við at framleiða eitt nú film, sjónbond og sjónvarpssendingar, og tú verður við til at fyrireika, taka upp og viðgera framleiðsluna. Tú fært frálæru í at brúka útgerðina til framleiðsluna, og tú fært innlit í eitt nú ljós, ljóð, viðgerð og nýggjastu tøknina.