Sum skeltatøkningur framleiðir tú skelti. Undir útbúgvingini lærir tú um visuelt samskifti, sniðgeving, tilfar og handverk. Tað, tú sniðgevur, skal flytast yvir á t.d. plast og plátur, sum skal skerast út og síðan setast upp.
Útbúgvingarbólkur: Tøkni – Grafikkur og framleiðsla
Miðlagrafikari
Ein miðlagrafikari arbeiðir kreativt við teksti og mynd um, bæði talgilt og á prenti. Undir útbúgvingini lærir tú um týdningin av mynd um, skapi og litum, og tú lærir at hava eitt tekniskt yvirlit heilt frá hugskoti til lidna framleiðslu. Tú lærir, bæði ástøðiliga og í verki, at loysa arbeiðsupp gávurnar, sum verða gjørdar á grafiskum verkstøðum, á samskiftisfyritøkum og líknandi.
Grafiskur tøkningur
Undir útbúgvingini lærir tú grafisk kynstur og at brúka tilfar og amboð í samband við grafiska arbeiðið. Tú lærir sjálvstøðugt at ráðleggja, seta í verk og halda eftirlit við framleiðsluni av grafiska tilfarinum.
Fotografur
Undir útbúgvingini lærir tú at hugsa, skapa og brúka motiv, ljós og myndaviðgerð. Tú fært grundleggjandi frálæru í teimum mongu viður skiftum, sum eru avgerandi fyri ta góðu myndina. Arbeitt verður við allari tilgongdini frá ætlan til lidna mynd.
Films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur
Sum films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur fæst tú við at framleiða eitt nú film, sjónbond og sjónvarpssendingar, og tú verður við til at fyrireika, taka upp og viðgera framleiðsluna. Tú fært frálæru í at brúka útgerðina til framleiðsluna, og tú fært innlit í eitt nú ljós, ljóð, viðgerð og nýggjastu tøknina.
