Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur/ virkisfrøðingur ella fara undir víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.
Útbúgvingarbólkur: Hægri útbúgvingar
Hægri útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya
Fólkaskúlalærari (B.Ed.)
Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólkaskúlalærarar, sum eru førir fyri at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroyttar lærugongdir, so einstaki næmingurin kann mennast við støði í egnum fortreytum.
Føroyskt mál og bókmentir (B.A.)
Studenturin fær grundarlag til at skilja og arbeiða greinandi við føroyskum máli og bókmentum sum samskiftismiðli, teknskipan og mentanarbera. Við BA-prógvi kanst tú søkja um upptøku á MA. Útbúgvingin kann m.a. brúkast í miðlum, á forløgum, í fyrisiting, á granskingarstovnum og í undirvísing.
KT-verkfrøði (B.Sc.)
Sum KT-verkfrøðingur fært tú førleikar at arbeiða við KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstri og -trygd, heimasíðuskipanum, spæli, lýsingum, appum, undirvísing í KT, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering o.a.
Løgfrøði (B.L.)
Við hesi útbúgvingini kanst tú t.d. fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin at arbeiða sum fulltrúi í almennari fyrisiting. Eisini ber til at lesa víðari og fáa embætisprógv í lóg, sum gevur atgongd til at virka sum advokatur, dómari v.m. Somuleiðis er møguligt at taka MA í løgfrøði.
Lívfrøði (B.Sc.)
Hendan útbúgvingin gevur atgongd til masterlestur uttanlands, og tú fært eisini fjøltáttaðar møguleikar at arbeiða á granskingarstovnum, við burðardyggari menning, sum umhvørvisráðgevi, sum vísindajournalistur og undirvísing o.a.
Listaligt arbeiði (B.A.)
Studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd. Við hesi útbúgvingini fært tú gott grundarlag at arbeiða sum sjálvstøður rithøvundur ella tónlistafólk.
Maskinfrøði (B.Sc.)
Útbúgvingin gevur tí lesandi grundarlag at arbeiða við verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum. Við góðskrivaðum skeiðum frá maskinmeistaraútbúgvingini er lestrartíðin 1,5 ár. Møguligt er at lesa víðari til t.d. cand.polyt.
Mýlalívsvísindi (B.Sc.)
Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um lívfrøði við høvuðsdenti á mýlalívsvísindi, har eitt nú DNA, RNA, protein og bakteriur eru á skránni. Tú fært ríkar møguleikar fyri arbeiði t.d. í sjúkrahúsverkinum, á granskingarstovnum, við vísindajournalistikki og í undirvísing, umframt fakligt grundarlag til framhaldslestur.
Námsfrøði (B.Ed)
Her fært tú førleikar til at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði við børnum, ungum og vaksnum. Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi og á mongum økjum á serøkinum.