Útbúgvingarbólkur: Skrivstova, handil og tænasta

  • Advokatskrivari

    Útbúgvingin til advokatskrivara er ein skrivstovuútbúgving við sergrein sum advokatskrivari.

    Skúlagongdin er í Danmark og er skipað sum ein EUX-útbúgving, ið er samansett av einari gymnasialari miðnámsútbúgving á 2 ár og einari yrkisútbúgving. Sum advokatskrivari lærir tú um rættarmál, umframt at gera skjøl sum t.d. stevningar og testamenti. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap.

  • Sølufólk

    Undir útbúgvingini sum sølufólk við sergrein fært tú grundleggjandi frálæru um sølu, vørur og tænastur í handils­ vinnuni.

    Tú lærir harumframt eitt nú um innkeyp av vøru, at halda skil á goymsluni og at vegleiða kundum.

    Við sergreinini er neyvari frálæra um vørur og mannagongdir í viðkomandi sergrein, tú hevur valt.

  • Sølufólk

    Undir útbúgvingini til handils­ fólk og sølufólk fært tú frálæru innan tað handils­ liga starvs­ økið, eitt nú um sølu, vørur, inn­ keyp og goymslu, og tú lærir eisini um tænastu og sam­ skifti við kundar og veitarar. Við FHS ella einari gymnasialari útbúgving verður útbúgvingin stytt samsvarandi.

  • Skrivstovufólk

    Tú lærir at leggja til rættis flutning av vøru sjóvegis og loftvegis. Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um at stýra sambandinum millum shippingfyritøkuna og tær fyritøkur, sum hava tørv á at flyta vøru millum seljara og keypara.

  • Skrivstovu­fólk

    Við sergrein innan roknskap og grannskoðan lærir tú um tær ymisku roknskaparuppgávurnar og at viðgera roknskapir á ymsum virkjum. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap.

  • Skrivstovufólk

    Vanlig skrivstovuútbúgving innan fyrisiting kann takast á Glasi. Allar aðrar skriv­ stovu­ útbúgvingar krevja dan­ska skú­la­ gongd.
    Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grund­ leggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Við FHS ella einari gymnasialari útbúgving verður útbúgvingin stytt samsvarandi.

  • Skrivstovu­ fólk

    Við sergrein innan búskap lærir tú at seta upp roknskapir og gera fíggjarætlanir. Tú lærir t.d. at bóka inntøkur, útreiðslur og
    lønir og at fíggjarstýra virkir. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grund­ leggjandi vitan um fyrisiting og búskap.

  • Skrivstovu­fólk

    Eitt skrivstovufólk innan almenna fyrisiting lærir grundleggjandi um fyri­ siting og búskap. Tú lærir um sam­ band við viðskiftafólk og tænastu, hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokni­ arki og øðrum KT-skipanum.

  • Logistikkatstøðingur

    Logistikkútbúgvingin er ein handilsútbúgv­ing við sergrein í logistikki. Tú lærir, hvussu søla av vørum og tænastum og vørugoymsla kunnu rekast sum skynsamast fyri vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vøru í hóskandi mongd. Tekur tú hesa útbúgvingina, lærir tú sum oftast hjá einari fyritøku, sum handlar við aðrar fyritøkur.

  • Handilsfólk

    Tú lærir, hvussu søla fer fram millum fyri­ tøkur, og hvussu søla av vørum og tæna­stum kann gerast, so at tú gevur fyri­tøkuni vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vøru í hóskandi mongd.