Útbúgvingarbólkur: Heilsa, umsorgan og námsfrøði

  • Námsfrøðihjálpari

    Sum námsfrøðihjálpari lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Tú kanst arbeiða innan dagstovna-, skúla- og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.
    Útbúgvingin gevur atgongd at søkja inn á miðallangar útbúgvingar.
    Útbúgvingin byrjar í august hvørt ár.

    Upptøkutreytir: Fyri at verða upptikin til námsfrøðihjálpara skalt tú hava lokið 9. flokk fólkaskúlans, og tú skalt hava eitt árs starvsroyndir ella aðra skúlagongd í eitt ár. Tað er ikki krav, at tað eru starvsroyndir innan námsfrøði.
    Sum næmingur á styttri vinnuførleikagevandi útbúgving hevur tú rætt til hægsta útgjald frá Studna, um tú ert eldri enn 18 ár.

  • Heilsurøktari

    Sum heilsurøktari lærir tú m.a. um heilsufremjan, fyribyrging, sjúk­ rarøkt og endurmenning. Tú fært førleikar at arbeiða innan t.d. eldraøkið, Almanna- og heilsuverkið, psykiatri og sjúkraflutning ella sum stuðul hjá fólki, ið ber eitthvørt brek.

    Útbúgvingin byrjar í februar og august á hvørjum ári og gevur atgongd til fleiri framhaldsútbúgvingar.

    Upptøkutreytir: Fyri at verða upptikin til heilsurøktara útbúgving krevst heilsu­hjálpara­ útbúgving ella onnur líknandi útbúgving ella miðnámsprógv. Har­umframt skalt tú hava tríggjar mánaða arbeiðsroyndir við viðkomandi arbeiði. Sum næmingur á styttri vinnuførleikagevandi útbúgving hevur tú rætt til hægsta útgjald frá Studna, um tú ert eldri enn 18 ár.

    Yrkislærugreinar: Møtið við borgaran/sjúklingin, Dygd og menning, Borgara-/sjúklingagongdin, Endurmenning, Sálarlig sjúka og sjúkrarøkt, Likamlig sjúka og sjúkrarøkt, Heilivágslæra.

    Almennar lærugreinar: Føroyskt A, Enskt B, Náttúrulæra C (umframt vallærugreinar).

  • Heilsuhjálpari

    Sum heilsuhjálpari lærir tú um røkt, um­ sorgan og stuðul til dagligt virksemi. Tú lærir at taka støði í tør­ vi, orku og lívssøgu borgarans. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast á ellisheimi, sambýli, heima hjá borg­ ar­ unum ella á øðrum heil­sufak­lig­um øki, eitt nú sum stuðul í Almannaverkinum. Eisini gevur útbúg­ vingin atgongd til heilsu­ røk­ t­ ara­út­ búgvingina. Útbúgvingin byrjar tvær ferðir árliga, í apríl og í august

    Upptøkutreyt: Freistir at søkja inn á útbúgvingina sum heilsuhjálpari eru 1. november og 15. mars. Krav er, at tú hevur lokið 10. flokk fólkaskúlans, ella at tú hevur lokið 9. flokk og hevur eitt árs starvsroyndir. Tað er ikki krav, at tað eru starvsroyndir innan røkt. Sum næmingur á styttri vinnuførleikagevandi útbúgving hevur tú rætt til hægsta útgjald frá Studna, um tú ert eldri enn 18 ár.

    Yrkislærugreinar: Leiklutur heilsuhjálparans, Møtið við borgaran, Røkt, Endurmenning.

    Almennar lærugreinar: Enskt C, Føroyskt C, Danskt D, Náttúrulæra D (umframt vallærugreinar).