Útbúgvingarbólkur: Maritimar útbúgvingar

  • Maskinistur

    Útbúgvingin gevur førleika til at sigla við rang upp til 2. maskinmeistara á øllum skipum og við rang upp til maskinstjóra við skipum við framtøkumegi upp til 2999 kW, tá ið neyðug starvsvenjing er nádd.

    Her er tó í hvørjum einstøkum føri neyðugt við starvsvenjing innan viðkomandi øki.

  • Maskinmeistari

    Til tín, sum hevur eina yrkisútbúgving og ynskir at lesa víðari.

    Útbúgvingin gevur tí lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum maskinmeistari og standa fyri virksemi og viðlíkahaldi av tekniskum útbúnaði á sjógvi og landi.

    Útbúgvingin kann eisini takast sum aspirant útbúgving, har skúlin samskipar sigling og starvslæru.

  • Skipsførari

    Ert tú útbúgvin skipari, kanst tú lesa víðari til skipsførara.

    Útbúgvingin letur tann lesandi í til at taka við evstu leiðsluni umborð á øllum heimsins skipum og taka ábyrgd av manning, farmi og eini tryggari sigling.

  • Skipari

    Útbúgvingin samansjóðar verkligar og teoretiskar førleikar, soleiðis at tann lesandi verður ílatin til at taka við evstu leiðsluni umborð á øllum fiskiskipum og farmaskipum upp til 3000 BT, og taka ábyrgd av manning, farmi og tryggari sigling.
    Útbúgvingin kann eisini takast sum aspirant útbúgving, har skúlin samskipar sigling og starvslæru.

  • Skipsatstøðari

    Hevur tú hug til sjógvin og gott handalag, so býr kanska ein lítil skipsatstøðari í tær. Á hesi útbúgving fert tú at fáast við alt frá maskin- og smiðjulæru til tað teoretiska so sum siglingarfrøði, veðurlæru, el, hydraulikk og trygd á sjónum. Tú fært eisini nøkur skeið við í viðførið, eitt nú trygdarskeið, bátaføraraskeið og roykkavaraskeið.
    Yvirhøvur er hetta ein bóklig og handalig útbúgving, sum brynjar teg til lívið á sjónum, umframt at tú fært eitt sterkt grundarlag til víðari lestur. Við einari skipsatstøðaraútbúgving verður kravið um siglingartíð minkað niður í eina helvt í sambandi við upptøku til skiparaútbúgving.

    Treytir fyri upptøku er, at tú hevur staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans, hava galdandi heilsuváttan (bláu bók) uttan avmarkingar, so tú eisini egnar teg til kagtænastu.
    Tú kanst søkja beinleiðis á heimasíðuni sjonam.fo.
    Eisini er møguligt at senda umsóknina (saman við avriti av prógvum, heilsuváttan, sjófartsbók og navnaella dópsbrævi) við postinum ella sum teldupost: [email protected]
    Freistin at søkja er 1 vika fyri skúlabyrjan. Skúlin byrjar eftir summarfrítíðina (í august) á hvørjum ári. Tú fært vanligan lestrarstuðul frá Studna. Sjálvlestur letur seg ikki gera.

    Søk um upptøku til skipsatstøðara umvegis Vangan.