Útbúgvingarbólkur: Masterútbúgvingar

  • Dátuvísindi (M.Sc.)

    KT-vinnuni tørvar fólk við hesari høgu útbúgvingini, sum eisini gevur grundarlag fyri framtíðar KT-gransking á ph.d-stigi. M.Sc. í Dátuvísindum byggir víðari á førleikarnar givnir í B.Sc. í KT-verkfrøði og útbýr serfrøðingar til KT-vinnuna og gransking.

  • Føroyskt (M.A.)

    MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Útbúgvingin mennir evnini hjá studentunum til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Tú fært góðan førleika at undirvísa á høgum stigi og at arbeiða í t.d. fjølmiðlum, á forløgum, sum týðari og málsligur ráðgevi.

  • Heilsuvísindi (M.Sc.)

    Her fáa almanna- og heilsustarvsfólk førleikar at greina og menna egið fakøki og at seta í verk granskingarverkætlanir ella gerast partur av størri granskingarverkætlanum. Útbúgvingin er skipað sum annaðhvørt fulltíðar- ella parttíðarlestur, sum tekur ávikavist 2 og 4 ár.

  • Løgfrøði (M.A.)

    Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, eitt nú lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu. Góðir starvsmøguleikar eru í almennari og privatari fyrisiting, har kravið er løgfrøði.

  • Leiðsla og Skipan (M.A.)

    Her fært tú granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum. Lesandi skulu skilja, greina og kjakast um torskildar avbjóðingar, eyðmerkja trupulleikar, hugsa og virka strategiskt, fyrireika seg til leiðsluleiklutir, menna leistir til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðar o.m.a.

  • Samfelagsvísindi og Stjórnmálafrøði (M.S.Sc.)

    Tú fært førleika at arbeiða við samfelagsligum og stjórnmálafrøðiligum uppgávum í tí privata, almenna og sjálvbodna geiranum. Her verður dentur lagdur á kritiska hugsan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Útbúgvingin hevur eisini til endamáls at menna førleikar til at virka bæði í smátjóðum og í størri londum og altjóða samanhangum.

  • Søga (M.A.)

    Tú fært hollar førleikar at arbeiða við søguligum og samfelagsligum uppgávum í tí privata, almenna og sjálvbodna geiranum. Dentur verður lagdur á kritiska hugsan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði. Útbúgvingin hevur eisini til endamáls at menna førleikar til at virka bæði í smátjóðum og í størri londum og altjóða samanhangum.