Ein tænari tryggjar at gestirnir á einari matstovu fáa eina góða uppliving, og undir út búgv ingini lærir tú eitt nú um mat, vín, tænastu og vertskap. Tú lærir at tosa við kundarnar og viðmæla teimum mat og drekka. Tú lærir eisini at prýða borð og at blanda drykkir.
Útbúgvingarbólkur: Matur
Móttøkufólk
Eitt móttøkufólk tekur ímóti gestum og øðrum kundum á eitt nú hotellum og deplum og tryggjar sær, at teir hava tað gott. Sum móttøkufólk ert tú verturin á staðnum, og undir útbúgvingini lærir tú, hvussu tú veitir bestu tænastuna og vegleiðingina.
Meiaristur
Sum meiaristur fært tú grundleggjandi vitan um at gera ymiskan úrdrátt burtur úr mjólk, til dømis smør og ost. Meiaristar arbeiða sum oftast á stórum mjólkar virkjum, men tað kann eisini vera í øðrum framleiðslum, eitt nú innan heilivág og ísframleiðslu.
Kondittari
Í útbúgvingini sum kondittari lærir tú at baka ymisk sløg av køkum, og tú lærir eisini at gera dessertir, ís og marsipan. Tú lærir um ymiskar mannagongdir og at gera skap og prýði burtur úr bakstrinum.
Kokkur
Sum kokkur lærir tú alskyns mátar at gera mat og fært innlit í kunstin at handfara rá vørurnar, so at maturin skal síggja leskiligur út og smakka væl. Tú lærir eisini um heilsu og kost, og um hvussu tú hevur fyrilit fyri umhvørvi og burðar dygd.
Kokkahjálpari
Sum gastronomhjálpari fært tú ta mest grund leggjandi frálæruna innan mat gerð og rávørur. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast sum gastronomhjálpari í kantinum ella stórkøkum á t.d. stovnum ella virkjum, ella tú kanst lesa víðari innan matyrkið.
Gourmetslaktari
Ein gourmetslaktari veit alt um kjøt, og hvussu tað skal handfarast. Á skúlanum lærir tú, hvussu kjøtið í ymiskum djórum er, og hvussu tað skal skerast og goymast fyri at vera fyrsta floks. Í donsku skúlunum er undirvísingin tillagað eftir teirri sergrein, tú velur.
Føðsluhjálpari
Ein føðsluhjálpari lærir at gera heilsugóðan mat á eitt nú stovnum og í stórkøkum. Tú verður við í mannagongdini, ið tryggjar, at maturin er bæði heilsugóður og leskiligur, og tú kemur eisini at fáast við innkeyp, borðreiðing og upprudding.
Føðsluatstøðingur
Ein føðsluatstøðingur ger heilsugóðan mat á stovnum og í størri køkum. Tú skalt gera mat til nógv fólk, og dentur verður lagdur á, at maturin sær leskiligur út. Tú fært grundleggjandi vitan um føðslu og matgerð, og tú kemur at luttaka í allari mannagongdini, ið fevnir um matskrá, innkeyp, goymslu, matgerð, borðreiðing og upptak.
Bakari
Útbúgvingin sum bakari gevur tær grundleggjandi vitan um bakstur og bakstur rávøru sum heild. Á donsku skúlunum eru ymiskar sergreinar innan bakarayrkið: bagværker, håndværksbager og detailbager.
