Útbúgvingarbólkur: Matur

  • Kokkur

    Sum kokkur lærir tú alskyns mátar at gera mat og fært innlit í kunstin at handfara rá­ vørurnar, so at maturin skal síggja leskiligur út og smakka væl. Tú lærir eisini um heilsu og kost, og um hvussu tú hevur fyrilit fyri umhvørvi og burðar­ dygd.

  • Kokkahjálpari

    Sum gastronomhjálpari fært tú ta mest grund­ leggjandi frálæruna innan mat­ gerð og rávørur. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast sum gastronomhjálpari í kantinum ella stórkøkum á t.d. stovnum ella virkjum, ella tú kanst lesa víðari innan matyrkið.

  • Føðsluhjálpari

    Ein føðsluhjálpari lærir at gera heilsu­góðan mat á eitt nú stovnum og í stór­køkum. Tú verður við í mannagongdini, ið tryggjar, at maturin er bæði heilsugóður og leskiligur, og tú kemur eisini at fáast við innkeyp, borðreiðing og upprudding.