Útbúgvingarbólkur: Tilfeingi og náttúra

  • Gartnari

    Ein vakstrarhúsgartnari dyrkar blómur í stórum vakstrarhúsum og ger tær klár­ ar til at selja. Hetta umfatar eitt nú at passa tær á rættan hátt og verja tær ímóti sjúkum og skaðakyktum. Ein gróðurstøðargartnari dyrkar eitt nú trø og runnar í gróðurstøðum, uttan­­ dura urtagørðum ella veltum. Her skalt tú passa vøkstrirnar á rættan hátt og klár­ gera teir til at selja. Ein havamiðstøðargartnari arbeiðir í havamiðstøðum, plantuskúlum og øðrum innan plantusølu, og umframt at passa planturnar, arbeiðir viðkomandi við at keypa, selja og marknaðarføra.

  • Djóra­sjúkrarøktari

    Sum djórasjúkrarøktari fært tú grund­­ leggj­ andi vitan um at ansa, røkta og viðgera djór, og tú lærir um atburð, kropsbygnað og sjúkur, soleiðis at metast kann, um djórið er sjúkt. Eisini lærir tú ymiskt annað, so sum rein­ gerð, kundarøkt og fyrisiting. Djóra­­ sjúkra­ røktarar arbeiða vanliga hjá djóralæknum.

  • Alari

    Alarar hava ábyrgd av fiski, frá tí hann á smoltstøðini er rogn og yngul, til hann sum smolt verður set­ t­ ur á sjógv í aliringum. Alarin skal tryggja, at fiskurin verð­ ur fóðraður og mennist rætt, og í samráð við leiðsluna av framleiðsluni tryggja, at fiskurin trívist væl, og at aliringurin støðugt er í góð­­ um standi. Alarin siglur millum land og aliringar í sergjørdum bátum við krana- og fiskaflutningsútgerð. Aliútbúgvingin er ein saman­ renning millum upplæring á læru­ plássi og undirvísing í skúla.