Sum kosmetikari fæst tú við húð, vakurleika og vælveru, og tú lærir um mannagongdir og vørur innan andlits- og kropsrøkt. Umframt at gera andlits- og kropsviðgerðir, eitt nú pedicure og manicure, skalt tú eisini vegleiða kundum innan vælveru og røkt. Kosmetikarar arbeiða gjarna á eitt nú vakur leikastovum, vælverusentrum og á klinikkum.
Útbúgvingarbólkur: Uppliving og tænasta
Hárfríðkari
Útbúgving sum hárfríðkari gevur tær grundleggjandi vitan um at klippa, seta og røkja hár. Eisini lærir tú um hárvørur, og hvussu tær rigga. Útbúgvingin gevur tær tekniskar, ástøðiligar og almennar førleikar, sum við eftir- og fram haldsútbúgvingum kunnu menna persónligu førleikarnar.
Tiltakssamskipari
Sum tiltakssamskipari fæst tú við at skipa fyri alskyns tiltøkum so sum konsertum, veitslum og brúdleypum. Tú ert við til at skapa ta upplivingina, ið kundin ynskir, og myndar tilgongdina at gera hugskot til veruleika.
Undir útbúgvingini verður frálæra eisini givin í ymiskum fyrisitingarligum, eitt nú roknskapi, bókingum og sáttmálum.
