Útbúgvingarbólkur: Yrkisútbúgvingar

Yrkisútbúgvingar fevna um allar føroyskar yrkisútbúgvingar, har tann útbúgvandi hevur lærusáttmála við eitt føroyskt virki.

  • Húsavørður

    Ígjøgnum útbúgvingina til húsavørð fært tú grundleggjandi vitan um umsiting av hita- og ventilatiónsskipanum og el- og vatnveitingum.

    Tú lærir um viðlíkahald av bygningum, at gera smærri umvælingar og at samstarva við handverkarar í sambandi við størri uppgávur. Tú lærir eisini um skaðameting av bygningum og um ymiskt, ið brynjar teg at vera um brúkarar á staðnum, har tú ert húsavørður.

  • Gullsmiður

    Sum gull- og silvursmiður arbeiðir tú við gulli, silvuri og platin. Tú lærir um metallini og um, hvussu man teknar, formar og ger t.d. smúkkur og aðrar prýðislutir.

    Á útbúgvingini lærir tú m.a. at formgeva, framleiða og umvæla prýðislutir.

    Tú lærir at vegleiða kundum um val av edelmetal, form og snið. Tað krevur, at tú altíð fylgir við mótanum og teimum nýggjastu teknikkunum.

  • Súkklumekanikari

    Sum súkklumekanikari lærir tú at kanna, stilla og umvæla ymsu deilirnar á súkklunum, so sum gervi, bremsur og róður. Tú lærir at arbeiða við nógvum ymsum sløgum av súkklum, eisini el-súkklur.

    Tú kanst stovna egna fyritøku og verkstað ella arbeiða hjá øðrum.

  • Yrkisbóndi

    Sum bóndi lærir tú at taka tær av heilsu og trivnaði hjá djórunum. Eisini fært tú vitan um tøkni og búskap í framleiðsluni, soleiðis at tú kanst reka eitt nútímans landbúna.

    Í sergreinini djórahald arbeiðir tú m.a. við:

    • At leggja til rættis fóðring og tryggja góðsku á fóðrinum.
    • Búskaparligari planlegging og vinnuligan kunnleika.
    • Djóraheilivági og burðardyggari framleiðslu.
    • At tryggja heilsuna hjá djórunum og viðgera tey, um tey gerast sjúk.
    • At leggja ætlan fyri aling, flutningi av djórum v.m.
    • At brúka maskinur og tøkni í fjósinum.
  • Ambulansuviðgeri

    Sum ambulansuviðgeri ert tú á staðnum, tá óhapp eru hend ella við sjúku og hjálpir fólkum, ið hava tørv á bjarging ella bráða viðgerð.

    Undir útbúgvingini lærur tú at gera bjargingararbeiði og viðgerð á staðnum og í sjúkrabilinum. Tú lærur eisini um flutning av sjúkum ella skøddum fólkum, at fáa tey skjótt og trygt til sjúkrahúsið.

    Ambulansuviðgerar kunnu bæði starvast privat og hjá almennum stovnum sum til dømis á sjúkrahúsum.

  • Møblapolstrari

    Tú lærir um ymisk sløg av tilfari, sum tú nýtir í arbeiðinum.

    Tú skalt hava sans fyri litum og sniði, og kenna mótatrend, so tú kanst liva upp til ynskini hjá kundunum.

    Tú lærir at brúka amboð og maskinur, sum hoyra til arbeiðið.

    Sum møplapolstrari arbeiðir tú fyrst og fremst við at polstra møblar og trekkja teir við klæði. Tú arbeiðir við sniði og sergjørdari innbúgving. Tú skalt kunna ráðgeva kundum um val av klæði og rammusløg, og tú skalt byggja upp polstringina í hvørjum einstøkum møbli, so tað hóskar til mátið, vinkulin og fastleikan, sum kundin ynskir.

  • Anlegssmiður

    Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torgum og økjum. Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum.

    Byggismiðir, anlegssmiður og steinsetari taka sama 1. skúlaskeið.

    Ein anlegssmiður (eisini nevnt verklagssmiður) syrgir fyri, at alt er klárt til bygging. Jørðin skal gravast, flytast og slættast, og tað skal leggjast dren og grund.

    Sveinaroyndir eru seinasta fríggjadag í mars og september og kann lærutíðin tí verða longd,  alt eftir nær lærlingur byrjar í læru.

  • Advokatskrivari (EUX)

    Útbúgvingin til advokatskrivara er ein skrivstovuútbúgving við sergrein sum advokatskrivari.

    Skúlagongdin er í Danmark og er skipað sum ein EUX-útbúgving, ið er samansett av einari gymnasialari miðnámsútbúgving á 2 ár og einari yrkisútbúgving. Sum advokatskrivari lærir tú um rættarmál, umframt at gera skjøl sum t.d. stevningar og testamenti. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap.

  • Gartnari

    Ein vakstrarhúsgartnari dyrkar blómur í stórum vakstrarhúsum og ger tær klár­ ar til at selja. Hetta umfatar eitt nú at passa tær á rættan hátt og verja tær ímóti sjúkum og skaðakyktum. Ein gróðurstøðargartnari dyrkar eitt nú trø og runnar í gróðurstøðum, uttan­­ dura urtagørðum ella veltum. Her skalt tú passa vøkstrirnar á rættan hátt og klár­ gera teir til at selja. Ein havamiðstøðargartnari arbeiðir í havamiðstøðum, plantuskúlum og øðrum innan plantusølu, og umframt at passa planturnar, arbeiðir viðkomandi við at keypa, selja og marknaðarføra.

  • Djóra­sjúkrarøktari

    Sum djórasjúkrarøktari fært tú grund­­ leggj­ andi vitan um at ansa, røkta og viðgera djór, og tú lærir um atburð, kropsbygnað og sjúkur, soleiðis at metast kann, um djórið er sjúkt. Eisini lærir tú ymiskt annað, so sum rein­ gerð, kundarøkt og fyrisiting. Djóra­­ sjúkra­ røktarar arbeiða vanliga hjá djóralæknum.