Alarar hava ábyrgd av fiski, frá tí hann á smoltstøðini er rogn og yngul, til hann sum smolt verður set t ur á sjógv í aliringum. Alarin skal tryggja, at fiskurin verð ur fóðraður og mennist rætt, og í samráð við leiðsluna av framleiðsluni tryggja, at fiskurin trívist væl, og at aliringurin støðugt er í góð um standi. Alarin siglur millum land og aliringar í sergjørdum bátum við krana- og fiskaflutningsútgerð. Aliútbúgvingin er ein saman renning millum upplæring á læru plássi og undirvísing í skúla.
Útbúgvingarbólkur: Yrkisútbúgvingar
Yrkisútbúgvingar fevna um allar føroyskar yrkisútbúgvingar, har tann útbúgvandi hevur lærusáttmála við eitt føroyskt virki.
Tannatstøðingur
Útbúgvingin sum tannatstøðingur gevur tær grund leggjandi vitan um at ansa eftir tonnum og tannkjøti, og tú lærir um útgerð og tilfar, ið verður nýtt til at fyribyrgja holum og tann sjúkum. Samstundis lærir tú at taka røntgenmyndir og at finna røttu útgerðina fram til tannlæknan. Ein partur av arbeiðinum er at passa mót tøkuna og telefonina, og eisini at skriva rokn ingar, skráseta, bíleggja og senda innkallingar til kundar.
Skeltatøkningur
Sum skeltatøkningur framleiðir tú skelti. Undir útbúgvingini lærir tú um visuelt samskifti, sniðgeving, tilfar og handverk. Tað, tú sniðgevur, skal flytast yvir á t.d. plast og plátur, sum skal skerast út og síðan setast upp.
Miðlagrafikari
Ein miðlagrafikari arbeiðir kreativt við teksti og mynd um, bæði talgilt og á prenti. Undir útbúgvingini lærir tú um týdningin av mynd um, skapi og litum, og tú lærir at hava eitt tekniskt yvirlit heilt frá hugskoti til lidna framleiðslu. Tú lærir, bæði ástøðiliga og í verki, at loysa arbeiðsupp gávurnar, sum verða gjørdar á grafiskum verkstøðum, á samskiftisfyritøkum og líknandi.
Grafiskur tøkningur
Undir útbúgvingini lærir tú grafisk kynstur og at brúka tilfar og amboð í samband við grafiska arbeiðið. Tú lærir sjálvstøðugt at ráðleggja, seta í verk og halda eftirlit við framleiðsluni av grafiska tilfarinum.
Kosmetikari
Sum kosmetikari fæst tú við húð, vakurleika og vælveru, og tú lærir um mannagongdir og vørur innan andlits- og kropsrøkt. Umframt at gera andlits- og kropsviðgerðir, eitt nú pedicure og manicure, skalt tú eisini vegleiða kundum innan vælveru og røkt. Kosmetikarar arbeiða gjarna á eitt nú vakur leikastovum, vælverusentrum og á klinikkum.
Hárfríðkari
Útbúgving sum hárfríðkari gevur tær grundleggjandi vitan um at klippa, seta og røkja hár. Eisini lærir tú um hárvørur, og hvussu tær rigga. Útbúgvingin gevur tær tekniskar, ástøðiligar og almennar førleikar, sum við eftir- og fram haldsútbúgvingum kunnu menna persónligu førleikarnar.
Fotografur
Undir útbúgvingini lærir tú at hugsa, skapa og brúka motiv, ljós og myndaviðgerð. Tú fært grundleggjandi frálæru í teimum mongu viður skiftum, sum eru avgerandi fyri ta góðu myndina. Arbeitt verður við allari tilgongdini frá ætlan til lidna mynd.
Films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur
Sum films- og sjónvarpsframleiðslutøkningur fæst tú við at framleiða eitt nú film, sjónbond og sjónvarpssendingar, og tú verður við til at fyrireika, taka upp og viðgera framleiðsluna. Tú fært frálæru í at brúka útgerðina til framleiðsluna, og tú fært innlit í eitt nú ljós, ljóð, viðgerð og nýggjastu tøknina.
Sveisari
Ein sveisari arbeiðir við at gera tilskeringar og tilevna rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir. Eisini fæst ein sveisari við einfaldar framleiðsluupp gávur, bæði handaligar og við maskin um, og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum. Aðrar uppgávur eru eitt nú at røkja amboð og viðgera yvirflatur úr metalli og øðrum tilfari, og at leggja til rættis samansettar sveisiuppgávur.
