Undir útbúgvingini sum bilsmiður fært tú gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan eitt nú eftirlit, viðlíkahald og umvæling av persón og vørubilum undir 3.500 kilo.
Útbúgvingarbólkur: Yrkisútbúgvingar
Yrkisútbúgvingar fevna um allar føroyskar yrkisútbúgvingar, har tann útbúgvandi hevur lærusáttmála við eitt føroyskt virki.
Fínstálsmiður
Ein fínstálsmiður arbeiðir við stáli, og upp gávurnar kunnu t.d. vera at smíða eitt nú trappur, stigar, lás og portur burtur úr stáli. Undir útbúgvingini fært tú grundleggjandi vitan um at arbeiða við metal.
Bátasmiður
Tú lærir um tilfar, arbeiðshættir og handaligar snildir, sum hoyra bátasmíðnum til. Tú fært grund leggjandi frálæru í at smíða, umvæla og halda við líka bátar og eisini at sniðgeva, tekna og gera útrokningar til framleiðsluna.
Bilplátusmiður
Undir útbúgvingini til bilplátusmið fært tú grundleggjandi vitan um at umvæla bil skrokkar á persón bilum, vøruvognum, lastbilum og bussum. Tú lærir at bøta um, gera og passa nýggjar plátu lutir til akførini.
Billakkerari
Ein billakkerari fær grundleggjandi vitan í at umvæla lakk á bilum – eitt nú at spartla, slípa og grunda, áðrenn tað verður sproytimálað. Størru arbeiðini við máling fara fram í einari kabinu við sproytitøkni, og tær smæ rru umvæling arnar kunnu eisini verða gjørdar á verkstøðum.
Tænari
Ein tænari tryggjar at gestirnir á einari matstovu fáa eina góða uppliving, og undir út búgv ingini lærir tú eitt nú um mat, vín, tænastu og vertskap. Tú lærir at tosa við kundarnar og viðmæla teimum mat og drekka. Tú lærir eisini at prýða borð og at blanda drykkir.
Móttøkufólk
Eitt móttøkufólk tekur ímóti gestum og øðrum kundum á eitt nú hotellum og deplum og tryggjar sær, at teir hava tað gott. Sum móttøkufólk ert tú verturin á staðnum, og undir útbúgvingini lærir tú, hvussu tú veitir bestu tænastuna og vegleiðingina.
Meiaristur
Sum meiaristur fært tú grundleggjandi vitan um at gera ymiskan úrdrátt burtur úr mjólk, til dømis smør og ost. Meiaristar arbeiða sum oftast á stórum mjólkar virkjum, men tað kann eisini vera í øðrum framleiðslum, eitt nú innan heilivág og ísframleiðslu.
Kondittari
Í útbúgvingini sum kondittari lærir tú at baka ymisk sløg av køkum, og tú lærir eisini at gera dessertir, ís og marsipan. Tú lærir um ymiskar mannagongdir og at gera skap og prýði burtur úr bakstrinum.
Tiltakstøkningur og AV-tøkningur
Sum tiltakstøkningur ella AV-tøkningur lærir tú at leggja til rættis tann praktiska partin av einum tiltaki, framsýning ella framleiðslu, og tú lærir at brúka útgerð, ið verður brúkt til eitt nú konsertir, festivalar, sjónleikir, messur og aðrar sýningar. Talan kann vera um alt frá at arbeiða á verk staði fyri at klárgera pallar, til at handfara framkomnar ljóð- og ljósskipanir undir fram førslum. Tiltakstøkningar og AV-tøkningar arbeiða van liga sum verkætlanarsett ella í føstum starvi í eitt nú leikhúsum, mentanarhúsum og líknandi, har fingist verður við tiltøk og framsýningar.
