Útbúgvingarbólkur: Yrkisútbúgvingar

Yrkisútbúgvingar fevna um allar føroyskar yrkisútbúgvingar, har tann útbúgvandi hevur lærusáttmála við eitt føroyskt virki.

  • Dátutøkningur

    Sum dátutøkningur lærir tú um framkomnar skipanir, og tú fært ymiska frálæru, alt eftir um tú velur sergrein innan forritan ella infrastruktur. Innan forritan lærir tú at sniðgeva og umsita forrit til teldur og fartelefonir, og innan infrastruktur lærir tú at sniðgeva og umsita margfaldar skipanir við innbygdum trygdarloysnum.

  • Automatikktøkningur

    Sum automatikktøkningur lærir tú um stýrandi skipanir, og tú lærir um el, tøkni og sterk­ streymsskipanir. Tú lærir at byggja upp og royna sjálvvirkandi skipanir og at seta maskinur upp til framleiðslur.

  • Sølufólk

    Undir útbúgvingini sum sølufólk við sergrein fært tú grundleggjandi frálæru um sølu, vørur og tænastur í handils­ vinnuni.

    Tú lærir harumframt eitt nú um innkeyp av vøru, at halda skil á goymsluni og at vegleiða kundum.

    Við sergreinini er neyvari frálæra um vørur og mannagongdir í viðkomandi sergrein, tú hevur valt.

  • Sølufólk

    Undir útbúgvingini til handils­ fólk og sølufólk fært tú frálæru innan tað handils­ liga starvs­ økið, eitt nú um sølu, vørur, inn­ keyp og goymslu, og tú lærir eisini um tænastu og sam­ skifti við kundar og veitarar. Við FHS ella einari gymnasialari útbúgving verður útbúgvingin stytt samsvarandi.

  • Múrari

    Tú lærir múrarakunstin og halda viðlíka hús og bygningar, ið eru gjørd úr sementi og steini. Í skúlanum fært tú innlit í ymisk sløg av tilfari, og hvussu tey skulu nýtast, og tú lærir eisini at lesa arbeiðstekningar. Í lærutíðini sleppur tú at stoypa sokklar og gólv, at arbeiða við taksteinum, at pussa framsíður og at leggja flísar.

  • Maskinsnikkari

    Sum møbilsnikkari fært tú grund­ leggjandi vitan um trætilfar og út­ gerð, lærir at smíða møblar og annað fínari innbúgv, eins og tú lærir at nýta vanligar snikk­ara­ maskinur og fært kunnleika um teldu­ stýrdar skipanir innan snið­ geving og møbilsmíð. Sum orgulsnikkari fært tú grund­ leggjandi vitan um m.a. trætilfar, og tú lærir kynstrið at smíða, seta upp, við­ líka­ hal­da og stemma orgul.

  • Skrivstovufólk

    Tú lærir at leggja til rættis flutning av vøru sjóvegis og loftvegis. Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um at stýra sambandinum millum shippingfyritøkuna og tær fyritøkur, sum hava tørv á at flyta vøru millum seljara og keypara.

  • Skrivstovu­fólk

    Við sergrein innan roknskap og grannskoðan lærir tú um tær ymisku roknskaparuppgávurnar og at viðgera roknskapir á ymsum virkjum. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grundleggjandi vitan um fyrisiting og búskap.

  • Málari

    Útbúgvingin gevur tær hollan kunnleika um málarayrkið, og tú arbeiðir bæði á byggiplássum og í sethúsum, inni sum úti. Tú viðgert og málar múr-, træ- og metalflatur. Á skúlanum lærir tú at blanda litir og at mála við ymiskum sløgum av máling.

  • HVS og orka

    Útbúgvingar sum HVS-inn­ leggingar­ tøkningur, HVS- og blikksmiður, HVS-orkuserfrøðingur ella ventilatións­ tøk­ningur. Útbúgvingin innan HVS og orku gevur tær grundleggjandi vitan um tekniskar in­ stalla­ tiónir í privatum heimum og fyritøkum.
    Alt eftir hvørja sergrein tú velur, fært tú frálæru innan orku, blikksmíð, ven­tila­tión ella installatión.