Vanlig skrivstovuútbúgving innan fyrisiting kann takast á Glasi. Allar aðrar skriv stovu útbúgvingar krevja danska skúla gongd.
Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grund leggjandi vitan um fyrisiting og búskap. Við FHS ella einari gymnasialari útbúgving verður útbúgvingin stytt samsvarandi.
Útbúgvingarbólkur: Yrkisútbúgvingar
Yrkisútbúgvingar fevna um allar føroyskar yrkisútbúgvingar, har tann útbúgvandi hevur lærusáttmála við eitt føroyskt virki.
Skrivstovufólk
Skrivstovufólk
Við sergrein innan búskap lærir tú at seta upp roknskapir og gera fíggjarætlanir. Tú lærir t.d. at bóka inntøkur, útreiðslur og
lønir og at fíggjarstýra virkir. Ein skrivstovuútbúgving gevur tær grund leggjandi vitan um fyrisiting og búskap.Húsavørður
Sum húsa vørður fært tú grund vitan um hita- og ventilatións skipanir og el- og vatn veitingar. Tú lærir um viðlíkahald, at gera smærri um vælingar og at samstarva við handverkarar í sambandi við størri uppgávur. Tú lærir um skaðameting av bygningum og brynjar teg at vera um brúkarar á staðnum, har tú ert húsavørður.
Húsasmiður
Sum húsasmiður dugir tú kynstrið at smíða hús og bygningar og at gera alskyns timburarbeiði. Tú lærir at gera útveggir og takkonstruktiónir, at forskalla, klæða, bjálva, leggja gólv og at seta vindeygu og hurðar í, umframt at montera køkar og aðrar lidnar bygningslutir.
Skrivstovufólk
Eitt skrivstovufólk innan almenna fyrisiting lærir grundleggjandi um fyri siting og búskap. Tú lærir um sam band við viðskiftafólk og tænastu, hvussu tú arbeiðir við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokni arki og øðrum KT-skipanum.
Logistikkatstøðingur
Logistikkútbúgvingin er ein handilsútbúgving við sergrein í logistikki. Tú lærir, hvussu søla av vørum og tænastum og vørugoymsla kunnu rekast sum skynsamast fyri vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vøru í hóskandi mongd. Tekur tú hesa útbúgvingina, lærir tú sum oftast hjá einari fyritøku, sum handlar við aðrar fyritøkur.
Gólvleggjari
Sum gólvleggjari ert tú við til at ráðgeva og meta um prís, góðsku og annað í sambandi við at leggja gólv á. Tú ert við til at tekna og leggja uppgávur til rættis, og arbeitt verður bæði við amboðum og maskinum. Uppgávurnar verða javnan loy star saman við øðrum handverkarum, so arbeitt verður bæði sjálvstøðugt og í toy mi.
Bygningssnikkari
Sum bygningssnikkari fært tú grundleggj andi vitan um trætilfar og út gerð, sum verður brúkt til at programmera, innstilla og góðskutryggja alskyns snikkaramaski nur, og tú lærir at framleiða og mon tera vindeygu, hurðar, trappur og annað snikkaraverk.
Handilsfólk
Tú lærir, hvussu søla fer fram millum fyri tøkur, og hvussu søla av vørum og tænastum kann gerast, so at tú gevur fyritøkuni vinning. Tú lærir at heinta inn tilboð, samanbera prísir og góðsku, arbeiða við logistikki, umframt at keypa inn vøru í hóskandi mongd.
Blómubindari
Útbúgvingin til blómu bindara er ein útbúgving innan smá sølu við ser grein innan blómu binding. Tú lærir grund leggjandi vitan um vøru, sølu og kunda tænastu í einum handli.
