Fá vegleiðing

Tá útbúgvingarleið skal veljast, kann vera gott at tosa við onkran fyrst. Á skúlunum kring landið eru dugnaligir vegleiðarar, ið eru til reiðar at svara spurningum og vegleiða teg.

Ert tú í iva um, hvønn skúla, tú skalt seta teg í samband við, er Vegleiðingarstovan rætta staðið at venda sær til.

Ynskir tú at fara undir eina yrkisútbúgving, ber til at venda sær til Yrkisdepilin. Á heimasíðuni er yvirlit yvir lærupláss, sum tú kanst seta teg í samband við.