Yrkisútbúgvingar

Yrkisútbúgvingar

Hoydalsvegur 1, Tórshavn

Yrkisdepilin umsitur føroysku yrkisútbúgvingarnar og veitir vegleiðing til teirra, ið ynskja at gerast lærlingar og tey sum eru í læru. Yrkisdepilin veitir eisini læruplássunum og myndugleikum vegleiðing.

Yrkisdepilin er bindilið millum løntakarar, arbeiðsgevarar, útbúgvingarstovnar og Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Niðan fyri er yvirlit yvir tær føroysku yrkisútbúgvingarnar, sum eru meiri enn 60 í tali. 15 av hesum útbúgvingunum eru við skúlagongd í Føroyum. Hinar eru við skúlagongd í Danmark.

Tú kanst velja at síggja, hvørjar av hesum útbúgvingum eru við skúlagongd í Føroyum ella við skúlagongd í Danmark við at trýsta á knøttarnar niðanfyri.