Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan innan bygging av vegum, brúgvum, skrivstovubygningum, íbúðarøkjum, torgum og økjum.
Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari eftir plantekningum og útrokningum, og tú lærir at arbeiða saman við øðrum fakbólkum.
Ein byggismiður arbeiðir mest við byggingini, ið er oman á jørðini. Til hetta krevst vitan um tilfarið, sum skal brúkast til kjallarar, trappur, múrar, vegbrýr, motor vegir og tílíkt.
Útbúgvingarbólkur: Bygging
Byggismiður
Anlegsgartnari
Sum anlegsgartnari fært tú grundleggjandi frá læru í at gera og røkja eitt nú havar, parkir og kirkju garðar.
Tú lærir um trø, blómur og grøs og um hvussu tey kunnu setast saman.
Partar av arbeiðinum eru við maskinu, aðrir við hond.
