Sum tiltakstøkningur ella AV-tøkningur lærir tú at leggja til rættis tann praktiska partin av einum tiltaki, framsýning ella framleiðslu, og tú lærir at brúka útgerð, ið verður brúkt til eitt nú konsertir, festivalar, sjónleikir, messur og aðrar sýningar. Talan kann vera um alt frá at arbeiða á verk staði fyri at klárgera pallar, til at handfara framkomnar ljóð- og ljósskipanir undir fram førslum. Tiltakstøkningar og AV-tøkningar arbeiða van liga sum verkætlanarsett ella í føstum starvi í eitt nú leikhúsum, mentanarhúsum og líknandi, har fingist verður við tiltøk og framsýningar.
Útbúgvingarbólkur: Tøkni – EL og KT
Medikotøkningur
Á útbúgvingini sum medikotøkningur lærir tú at installera og halda við líka samskiftis-, vakmynda- og royndarstovuútgerð umframt elektroniskar skipanir og tól til eitt nú sjúkrahús.
KT-supportari
Undir útbúgvingini fært tú vitan um tøknina handan KT-skipanir, og tú fært førleikar at ávirka og menna tøkni. Tú lærir um framkomnar KT-skipanir, og tú fært eitt nú sum upp gávu at halda tær við líka.
Elektronikkfaktøkningur
Undir útbúgvingini sum ektronikkfaktøkningur lærir tú at seta upp og halda við líka t.d. samskiftisútgerð, vakmyndaútgerð og royndarstovuútgerð, umframt elektroniskar skipanir og tól til eitt nú sjúkrahús.
Elektrikari
Ein elektrikari arbeiðir við el-innleggingum til t.d. set hús, skrivstovur, virki og skip. Talan kann vera um t.d. ljós, motorar, elektroniskar stýringar til flutnings skipanir og framleiðslueindir. Eisini fæst elektrikarin við fjarskiftis, dátu og antennu-innleggingar.
Dátutøkningur
Sum dátutøkningur lærir tú um framkomnar skipanir, og tú fært ymiska frálæru, alt eftir um tú velur sergrein innan forritan ella infrastruktur. Innan forritan lærir tú at sniðgeva og umsita forrit til teldur og fartelefonir, og innan infrastruktur lærir tú at sniðgeva og umsita margfaldar skipanir við innbygdum trygdarloysnum.
Automatikktøkningur
Sum automatikktøkningur lærir tú um stýrandi skipanir, og tú lærir um el, tøkni og sterk streymsskipanir. Tú lærir at byggja upp og royna sjálvvirkandi skipanir og at seta maskinur upp til framleiðslur.
